Stóri felags Kontrast FM-finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo hevur verið í høllini á Hálsi í dag, og eins og undanfarin ár, so var talan um ein væl eydnaðan dag við hópin av góðum dystum á hægsta støði.
Í kvinnufinaluni var talan um endurtøku av finaluni farnu tvey árini, nevniliga ímillum Britt Michelsen og Anju Wongwai, sum eru uppvaksnar í TBF, men nú undir lesnaði í Keypmannahavn umboða Amager BTK.
Fyrraárið gjørdist Britt føroyameistari, og í fjør var tað Anja, og tað myndar væl hvussu javnar tær báðar eru. Tí var ómøguligt at siga hvør favorittur at vinna í ár, og finalan bleiv eisini júst so jøvn og spennandi sum væntað.
Britt legði seg á odda 2-0, men Anja svaraði væl aftur og javnaði til bæði 2-2 og 3-3, áðrenn Britt stóð seg best í avgerandi settinum og við 11-8 tryggjaði sær ein 4-3-finalusigur og harvið vann sær FM-ferðasteypið aftur frá barndómsvinkonuni Anju.
Í mansfinaluni var tað ein nýggjur avbjóðari, nevniliga 20 ára gamli Ári Fríðason Jensen úr Tór, sum í síni fyrstu FM-finalu skuldi royna at knógva trífalda hálvføroyska føroyameistaranum, Albert Weihe Wolfsberg úr danska felagnum Hillerød GI.
Ári, sum er lítlibeiggi fleirfaldu føroyameistararnar, Fróða Fríðason Jensen og Duritu Fríðadóttir Jensen, spældi sítt eyðkenda lívliga spæl og gav stundum Alberti ein dyst, men síðstnevndi vísti hví hann ikki hevur tapt ein dyst í FM nú í fýra ár.
Albert Weihe Wolfsberg vann ein sannførandi 4-0-finalusigur, og hann kann nú fjórða árið á rað kalla seg føroyameistara.
Føroyameistarar 2025
Menn, einmansleikur
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
Kvinnur, einmansleikur
1. Britt Michelsen (Amager BTK)
2. Anja Wongwai (Amager BTK)
3. Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF)
Menn, tvímansleikur
1. Fróði Fríðason Jensen (Tór) / Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Knútur Jóannesarson (Tór) / Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
3. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF)
Kvinnur, tvímansleikur
1. Anja Wongwai (Amager BTK) / Britt Michelsen (Amager BTK)
2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF) / Majken Hammer (TBF)
Blandaður tvímansleikur
1. Britt Michelsen (Amager BTK) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
2. Anja Wongwai (Amager BTK) / Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF) / Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
3. Hadassa S. Christiansen (Tór) / Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
Miðaldeild
Einmansleikur:
1. Edvard Nårstad
2. Andrew av Fløtum
3. Bergur Kluftá