Sum áður nevnt tóku tveir norðmenn lut í kappingini.
Teir báðir Jens Salvesen og Rune Byremo umboða borðtennisfelagið Lia og vóru á ferð í Føroyum hetta vikuskfitið. Teir settu seg í samband við Borðtennissamband Føroya um luttøku í kappingini og vóru teir sjálvandi vælkomnir. Teir ferðast regluliga út í verðina at spæla borðtennis - hesa ferð stóð valið millum Jersey og Føroyar og valdu teir Føroyar.
Stuttligt fyri fjølbroytni í mótstøðuni fyri báðar partar og kanska knýtast vinabond so at føroyskir leikarar kanska síggjast til kappingar í Noregi komandi tíðina. Ferðasambandið er fínt og mótstøðan hóskandi.
BTSF takkar hjartaliga fyri vitjanina.