Vikuskiftið 14. - 16. desembur savnast føroyska ungdómslandsliðið aftur til venjingarlegu í Havn. Venjingarlegan verður sum vant í borðtennishøllini í kjallaranum í høllini á Hálsi.
Eftir venjingina leygarmorgunin bjóðar Borðtennissamband Føroya til matna í ÍSF-húsinum. Teir leikarar, ið hava hug, eru eisini vælkomnir við á venjaraskeiðið, sum liggur beint ímillum báðar venjingarnar – frá 12.30 til 15.30.
Lesið meira um venjaraskeiðið við at trýsta á HER!
Skráin
Fríggjadag 14. desembur
Kl.18.00 – 20.00: Venjing
Leygardag 15. desembur
Kl.09.30 – 12.00: Venjing
Kl.12.00 – 12.30: Matur í ÍSF-húsinum
Kl.12.30 – 15.30: Venjaraskeið fyri áhugaðum
Kl.15.30 – 18.00: Venjing
Sunnudag 16. desembur
Kl.14.00 – 16.30: Venjing