476_r_705_0.jpg

Venjaraskeið leygardagin

Nú leygardagin verður venjaraskeið fyri byrjarar í Eysturskúlanum í Havn.

Jan Berner, landsliðsvenjari, fer at leggja lag á - og fáa luttakararnir innlit í hvussu venjingin kann skipast úti í feløgunum.

Skeiðið er ókeypis og byrjar kl. 1400 og endar kl. 1630.

Vónandi taka foreldur og onnur væl undir við tiltakinum - øll eru vælkomin at luttaka. Lægra aldursmarkið er 15 ár og tað er einki ovara aldursmark.

Vinarliga beri boðini víðari - vit vilja hava, at so mong, sum møguligt, luttaka.

Tað ber til at møta í Eysturskúlanum leygardagin og annars seta seg í samband við onkran í nevndini um tørvur er á meiri kunning.