ribe4.jpg

Ungir føroyingar dystaðust í Ribe

Níggju føroyskir borðtennisungdómar luttóku vikuskiftið 7. – 8. januar 2023 í Kvickly Cup í danska býnum, Ribe, sum er ein stór kapping, har tað hesaferð luttóku 657 leikarar úr Danmark, Føroyum, Týsklandi og Estlandi.

Føroysku leikararnir, sum luttóku, vóru Anja Wongwai, Britt Michelsen, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Hans Jacob Gaard Petersen, Jósva Fonsdal Højgaard, Ólavur Hammer, Poul Knút Poulsen og Rasmus Teitsson í Skorini.

Tvey føroysk heiðursmerki komu í hús. Rasmus Teitsson í Skorini vann bronsu í Puslinge A, og Britt Michelsen vann bronsu í dame U21 B. Nevnast kann eisini, at Ólavur Hammer gjørdist nummar 5 út av 89 leikarum í Drenge C.

Á túrinum náddu føroysku leikararnir eisini at venja í hølunum hjá Viby BTK, og sigast má, at hetta var ein væl eydnaður túrur við bæði góðari venjing, og ikki minst góðari dystarvenjing, hjá ungu føroysku leikarunum.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá kappingini, sum ferðaleiðarin, Teitur Haraldsen Albinus, hevur tikið.