is3.jpg
Italiumaðurin, Mattia Conti, stóð fyri venjingunum hjá føroyskt-íslendska hópinum.

Ungdómurin á gevandi venjingarlegu í Íslandi

Átta leikarar á føroyska ungdómslandsliðnum hava um vikuskiftið verið í Íslandi á felags venjingarlegu saman við tí íslendska ungdómslandsliðnum. Hetta er eitt samstarv landanna millum, sum eftir hondini hevur nøkur ár á baki, og venjingarlegurnar eru aðruhvørjaferð í Føroyum og aðruhvørjaferð í Íslandi.

Hesaferð var tað so Ísland, sum var vertur, og vant og kappast varð í trimum ymiskum hallum – hjá KR í Reykjavík, hjá Garpi í Laugalandi og síðani Víkingi í Reykjavík. Hetta ber boð um hvussu nógv íslendingar leggja fyri, tá føroyingar koma á vitjan, og tað eru vit í Borðtennissmbandi Føroya stórliga takksom fyri.

Stundir vóru til eina venjing fríggjakvøld, tvær leygardag og síðani eina innanhýsis kapping sunnudagin, og tað er á so mangan hátt gevandi hjá føroysku og íslendsku borðtennisleikarunum at royna aðra mótstøðu enn hana, tey kenna til í gerandisdegnum.

- Slíkir túrar eru sera umráðandi fyri ungdómsleikarar, av tí at tey sleppa at síggja og spæla móti øðrum leikarum, sum eru betri enn tey, men eisini venja á annan hátt, sigur Fróði Fríðason Jensen, formaður í Borðtennissambandi Føroya, sum sjálvur var ein av ferðaleiðarunum á túrinum.

- Har er nógv at læra bæði fysiskt, taktiskt, mentalt og tekniskt á tílíkum túri, og allir leikarar hava ment og flutt seg, so tey eru klár at fara út í feløgini at byggja víðari upp á tað, tey hava lært hetta vikuskiftið, sigur Fróði víðari.

- Til endans skal ljóða ein stór tøkk til íslendska borðtennissambandið BSÍ fyri eina sera væleydnaða legu. Eisini ein tøkk til allar ábyrgdarpersónar í Íslandi, ið tóku væl í móti og á ein ella annan hátt hjálptu til at gera hetta til ein góðan túr. Eisini ein tøkk til NATA fyri stuðul til hendan túrin og til endans til tey í BTSF, ið hava verið við og skipa fyri leguni og ferðini, sigur Fróði Fríðason Jensen.

Teir átta føroysku leikararnir, sum luttóku, vóru Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Brandur Bárðarson Johannesen, Suni á Lava, Rasmus Teitsson í Skorini, Jákup Margar Debess, Ólavur Hammer og Poul Knút Poulsen. Ferðaleiðarar vóru Fróði Fríðason Jensen og Anja Wongwai.

Niðanfyri er ein myndarøð frá túrinum, og longri niðri er ein ferðafrásøgn, sum Fróði Fríðason Jensen hevur gjørt frá túrinum.

Ferðafrásøgn

Fríggjadagur
Vit fóru tíðliga upp fríggjamorgun at flúgva til Keflavíkar. Flogtúrurin var góður. Vit vóru tíðliga í Íslandi, og eftir vit høvdu fingið okkum eitt lítið ábit, fóru vit til uttandura svimjihylin Vesturbæjarlaug. Her stórhugnaðu øll sær við heitum og køldum hylum, dampbaði og flogbólti í stóra hylinum. Summi vóru tó rættiliga skuffaði av dýpdini av stóra hylinum, og vildu vera við, at svimjihylurin á Tvøroyri er djypri.

Eftir hetta fóru vit so til fyrstu venjingina í høllini Hagaskóli saman við íslendska ungdómslandsliðnum. Tað var italski ungdómslandsliðsvenjarin hjá Íslandi, Mattia Conti, ið tók sær av venjingunum. Tey løgdu hart út við fysiskari venjing og síðani koyrdu tey øvilsi. Eftir tveir tímar venjing gekk leiðin til Laugaland, ið er uml. 1,5 tímar uttan fyri Reykjavík, har venjingarnar leygardag vórðu hildnar.

Komin til Laugaland, vórðu vit tikin væl ímóti av flottum norðurljósi, ið dansaði og sveimaði yvir fittu hugnaligu smáttunum. Eftir ein langan dag vóru øll sera troytt og fóru eftir høvdinum í song.

Leygardagur
Leygarmorgun ótu vit morgunmat saman og síðani gingu vit 7 minuttir oman til høllina. Vit vóru langt úti á bygd, og fríska luftin og flotta landslagið gav gott treysti til ein langan dag. Fyrsta venjingin byrjaði við “spæli”, ið varð skipað sum ein lítil stafett-venjing. Fyrsta venjingin bar brá av beinarbeiðisøvilsum, og næstan øll sloppu eisini at gera Kina-venjing.

Eftir tveir tímar, høvdu vit steðg í ein tíma, og síðani herjaðu vit á aftur eftir stuttan frokost. Seinna venjingin fokuseraði meira á tekniska venjing við servu og opning. Tó koyrdu nógv eisini Kina-venjing.

Um kvøldið varð pasta bolognese á skránni meðan vit hugdu eftir fótbólti. Vit hugnaðu saman og hvør sær við spølum og vóru eitt sindur uttan fyri smátturnar í tí góða veðrinum.

Sunnudagur
Sunnumorgunin byrjaði tíðliga, tí vit skuldu koyra til Reykjavíkar kl.08, har kapping skuldi spælast.

Fyrstur í eldinum var Rasmus, og hann gjørdi ikki mætari enn at spæla seg heilt til finaluna. Í finaluni møtti hann stinnum íslendskum leikara, og eftir vælspælda og spennandi finalu endaði 3-1 til íslendingin, og Rasmus fekk eitt flott silvurheiðursmerki.

Síðani skuldi restin av leikarunum í eldin, øll samstundis. Har vóru nógv væl spældir dystir, og øll fingu minst ein sigur, ið er sera positivt.

Av úrslitum kann nevnast, at Jákup fekk eitt triðja pláss í Dreingir 16-18. Brandur, Poul Knút og Ólavur leiktu seg allir í kvartfinaluna, har teir møttu stinnari mótstøðu, men vóru als ikki langt aftan fyri, og við eitt sindur av hepni høvdu teir kunna spælt seg í semifinaluna.

Hjá gentunum var øðrvísi. Tær skúgvaðu alla mótstøðu til viks, og gjørdu ikki mætari enn at møta hvørjari aðrari í finaluni! Her var tað Elsa Kathrina, ið endaði sum sigurskvinna, og Hadassa fekk eitt flott silvurheiðursmerki. Sostatt ein væleydnað kapping frá føroyskari síðu!

Tá kappingin var liðug, fóru vit í Kringluna at shoppa og eta. Eftir tað vóru vit og sóu søguligu Hallgrímskirkjuna, og fingu sostatt eitt sindur av mentan við á túrinum eisini.

Vit fóru síðani í tveir bólkar og svóvu hvør sær, til vit skuldu við bussi til Keflavíkar mánamorgun. Ein væleydnaður og spennandi túrur.