Island.jpg
Aftast frá vinstru: Jákup Margar Debess, Jósva Fonsdal Højgaard, Hadassa S. Christiansen, Fróði Fríðason Jensen. Fremst frá vinstru: Rasmus Teitsson í Skorini, Bogi Gardar Bringsberg, Suni á Lava.

Ungdómur kappast í Íslandi

Seks føroyskir ungdómsleikarar eru í dag farnir til Íslands, har teir um vikuskiftið skulu luttaka í kappingini BH Open í Hafnarfirði.

Spældar verða tvær kappingar leygardag og tvær sunnudag, har tann seinna sunnudagin er kapping í tvímansleiki.

Føroyska ferðalagið kemur til Hafnarfirðar seinnapartin, og í dag verður eisini tíð til at venja í ítróttahúsinum í Strandgötu, har kappingin fer fram.

Føroyar og Ísland hava samstarvast og kappast sínamillum í mong ár, men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í júst BH Open hjá felagnum í Hafnarfirði.

Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin.

Føroyski hópurin
Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
Hadassa S. Christiansen (Tór)
Jákup Margar Debess (Tór)
Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
Suni á Lava (Tór)

Venjari og ferðleiðari: Fróði Fríðason Jensen