Føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis er í dag komið fram til høvuðsstaðin í Lettlandi, Riga, har tað um vikuskiftið fer at luttaka í ungdómskappingini Riga City Council's Youth Cup 2019. Sjey føroyskir spælarar eru við, umframt tveir venjarar og ein ferðaleiðara.
Talan er um eina stinna kapping, har luttakandi lond eitt nú eru Lettland, Litava, Estland, Hvítarussland, Ongland, India, Ísland og Noregi. Vertirnir senda innbjóðingar til møgulig luttakandi lond, og í ár eru Føroyar bodnar við, og hava altso valt at taka av. Hetta er fyrstuferð, at Føroyar eru við.
Kappingin byrjar fríggjadagin 15. februar, men føroysku leikararnir skulu spæla sínar dystir leygardagin og sunnudagin. Talan er einans um kappingar í einmansleiki, har fremstu tveir leikararnir í hvørjum bólki sleppa víðari, meðan hini skulu spæla sokallaðar plaseringsdystir.
Føroyski hópurin
Anja Wongwai (TBF)
Ári Fríðason Jensen (Tór)
Heri Lava Láadal (Tór)
Høgni Heinason (Tór)
Rói Seyer Hjaltason (Tór)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)
Tórur Eið Eliasen (Tór)
Venjarar
Pætur Albinus
Hallur Thorsteinsson
Liðleiðari
Andras Nolsøe