roi-hogni-ungl.jpg
F.v.: Rói Hjaltason og Høgni Heinason, føroyameistarar í tvímansleiki hjá mansunglingum.

Ungdómsdeildin: Vinnarar í tvímansleiki

Fríggjakvøldið og leygarmorgunin á finaluvikiskiftinum 26. og 27. apríl vórðu seinastu kappingarnar í FM í ungdómsdeildini hetta kappingarárið avgreiddar. Talan var um tvímansleik í mansunglingum og blandaðan tvímansleik í ungdómsdeildini.

 

Tvímansleikin hjá mansunglingum vunnu Høgni Heinason og Rói Hjaltason, báðir úr Tór, frammanfyri Ára Fríðason Jensen og Hera Lava Láadal, somuleiðis báðir úr Tór. Bronsuna vunnu Tórur Eið Eliasen (Tór) og Hjalgrím Højgaard (TBF).

 

Í blandaða tvímansleikinum í ungdómsdeildini vóru tað Tórur Eið Eliasen (Tór) og Britt Michelsen (TBF), sum fóru avstað við føroyameistaraheitinum. Tey vunnu allar sínar dystir og endaðu frammanfyri ávikavist Hera Lava Láadal (Tór) og Anju Wongwai (TBF), sum vunnu silvur, og TBF-systkini bæði, Hjalgrím og Honnu Fonsdal Højgaard, sum vunnu bronsu.

 

Unglingar - tvímansleikur

1. Høgni Heinason (Tór) / Rói Hjaltason (Tór)

2. Ári Fríðason Jensen (Tór) / Heri Lava Láadal (Tór)

3. Tórur Eið Eliasen (Tór) / Hjalgrím Højgaard (TBF)

 

Ungdómsdeildin - blandaður tvímansleikur

1. Tórur Eið Eliasen (Tór) / Britt Michelsen (TBF)

2. Heri Lava Láadal (Tór) / Anja Wongwai (TBF)

3. Hjalgrím Fonsdal Højgaard (TBF) / Hanna Fonsdal Højgaard (TBF)

 

F.v.: Heri Lava Láadal, Anja Wongwai, Britt Michelsen, Tórur Eið Eliasen, Hanna Fonsdal Højgaard og Hjalgrím Fonsdal Højgaard.

 

Reinar Garðshamar og Marin Elisabet Poulsen.

 

Dystir í gongd í blandaðum tvímansleiki.