Leygardagin 26. mars bjóðar Borðtennissamband Føroya til stóran borðtennisdag í høllini í Trongisvági, har tað verða spældar ikki færri enn tvær kappingar eina og sama dag.
Hetta er endabresturin á hesum Grand Prix-kappingarárinum, og í tí sambandi bjóðar Borðtennissambandið ein góðan døgurða til allar luttakarar við fylgi.
Skráin leygardagin
Kl.09:00: Smyril er á Krambatanga
Kl.09:30: Grand Prix, 4. umfar
Kl.12:00: Døgurði í skúlagarðinum
Kl.13:00: Grand Prix, 5. umfar
Kl.16:00: Heiðursmerkjahandan
Kl.18:30: Smyril siglir av Krambatanga
Tilmelding til kappingina fer fram við at boða frá við dómaraborðið áðrenn kappingin byrjar. Heiðursmerki verða latin trimum teimum fremstu í hvørjum aldursbólki í samlaðu kappingini. Vinningar verða eisini latnir bólkavinnarunum í kappingunum leygardagin.