tummas1.jpg
Tummas Wilhelm tilreiðar at taka ímóti servu frá írska mótstøðumanninum.

Tummas Wilhelm kappaðist í Malmö

Farna vikuskiftið luttók føroyski borðtennisspælarin, Tummas Wilhelm, í svensku kappingini, Malmø Open. Hetta er ein stór paraítróttakapping, sum hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1977. Í ár vóru omanfyri 1000 luttakarar úr 12 ymiskum londum við, og av teimum vóru 120, sum spældu borðtennis.

Tummas, sum umframt Parasport Føroyar eisini venur við borðtennisfelagnum Tór í Havn, spældi fyrsta kappingardagin blandaðan tvímansleik saman við landskvinnuni, Unn Mortensen, men mótstøðan hendan dagin, sum var úr Brighton í Onglandi, Noregi og Danmark, var ov stinn. Ímóti Danmark leikti tó javnt á. Talan var um ein opnan bólk, har leikarar við rørslutarni og menningartarni kappaðust.

Annan kappingardagin, sum var leygardagin, var søgan nakað tann sama. Tey við rørslu- og menningartarni kappaðust aftur saman, og leikararnir vórðu býttir í tríggjar klassar. Tummas varð flokkaður í klassa 1, og har var mótstøðan stinn. Tummas tapti innleiðandi dystirnar ímóti tveimum svium og einum íra, og í tí eftirfylgjandi knockout-spælinum tapti hann ímóti einum norðmanni.

Sunnudagin hepnaðist betur. Her luttók hann í klassa 11, har hann kom í bólk saman við einum svia, einum týskara og einum úr Brighton. Tummas tapti ímóti svianum, tapti tepurt ímóti honum úr Brighton, men vann á týskaranum. Tummas gjørdist tískil nummar trý í bólkinum, og hetta merkti, at hann fekk yvirkomiligari mótstøðu í B-kappingini, sum var skipað sum knockout.

Lutakastið var við Tummasi, tí hann varð trektur at fara beinleiðis í 1/8-finaluna, har hann vann greitt á einum leikara úr Írlandi. Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin hjá Tummasi, har hann tapti 1-3 ímóti einum norðmanni. Eitt frálíkt úrslit hjá Tummasi, sum var fegin um at fáa nakrar sigrar í skjáttuna.

- Tað var mega feitt, sigur Tummas.

Borðtennisfelagið Tór í Havn og Parasport Føroyar hava skipað samstarv og lagt eina venjingarætlan fyri Tummasi Wilhelm fram ímóti at hann í juni skal luttaka í Special Olympic World Games í Berlin. Tummas luttekur eisini javnan í kappingum hjá Borðtennissambandi Føroya, og væl liggur fyri hjá altíð fryntliga havnamanninum.

Føroyska ferðalagið, f.v.: Hans Karl Højgaard (ferðaleiðari), Tummas Wilhelm (borðtennis), Alexander Mittún Darvishi (bowling), Durita Strøm (bowling), Unn Mortensen (borðtennis) og Jóhan T. Lervig (ferðaleiðari).