Sunnudagin var triðja Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági, og aftur hesaferð var undirtøkan somikið góð, at luttakaratalið var tað hægsta í nógv ár. 45 leikarar vóru við býtt út á sjey bólkar. Seinast vóru 41 við, so talið heldur á við at vaksa.
Í A-bólkinum vann Pætur Albinus sína triðju kapping út av trimum møguligum. Hann hevur framvegis ikki tapt ein dyst hetta kappingarárið. Peter H. Niclasen, sum hevur verið nummar tvey hinar báðar kappingarnar, var burturstaddur og ikki við hesaferð. Anna Mikkjalsdóttir úr TBF luttók í sínari fyrstu kapping hetta kappingarárið, og hon gjørdi eitt framúr comeback og bleiv nummar tvey. Nummar trý bleiv aftur hesaferð, triðjuferð á rað, Sveinur M. Nolsøe.
B-bólkin vann Hjalgrím F. Højgaard í sannførandi stíli. Hann vann allar sínar dystir. Upp í A-bólkin saman við honum flytur Britt Michelsen, sum bleiv nummar tvey. Maria Albinus, sum júst var upp í B-bólkin, bleiv júst ov stutt til at fáa eina uppflyting afturat. Hon bleiv nummar trý.
Petur Dagfinn Højgaard, sum spælir við motiónistunum hjá Tór í Havn, prógvaði at tað framvegis liggur væl fyri at spæla hóast tað eru mong ár síðani hann spældi á hægsta stigi, og hann vann C-bólkin sannførandi uttan at tapa ein dyst. Hann flytur upp í B-bólkin saman við 11 ára gamla Silasi Rasmussen, sum veruliga hevur gjørt um seg sítt allarfyrsta ár hann gongur til borðtennis. Hann hevur vunnið 12 av 14 dystum hetta kappingarárið og hevur nú tryggjað sær triðju ferð av trimum møguligum.
Eisini vinmaðurin og javnaldurin hjá Silasi, Bárður Enni Danielsen, er væl upplagdur og er í holt við eina ótrúliga sigursrøð. Hann hevur vunnið 16 av 16 dystum hetta kappingarárið og hevur tískil vunnið sær 1. pláss og uppflyting hvørjaferð hann hevur luttikið. Nú skal hann royna seg í C-bólkinum næstuferð. Tað skal Mathias Weinkauf eisini, tí hann bleiv nevniliga nummar tvey. Danski spælarin hevur spælt við Tór nú hann hevur verið í Føroyum í arbeiðsørindum, men fer av landinum aftur í januar.
Í niðastu bólkunum var hugaligt at síggja nógvar av nýggju ungu leikarunum royna seg. Fámminingurin Hans Jacob Lisberg vann E-bólkin, froðbingurin Olivur Aron Joensen vann F-bólkin og argjamaðurin Búgvi Dávasson Skála vann G-bólkin. Hesir flyta allir ein bólk upp og sleppa at royna seg ímóti stinnari mótstøðu næstuferð. Spennandi verður at síggja hvussu leikur tá fer.
Hetta var seinasta Grand Prix-kapping í ár. 4. umfar verður spælt 11. januar 2020 í Havn. Onkur smærri kapping verður tó helst afturat í 2019, tí TBF og Tór hava hvør sær ætlanir um at skipa fyri innanhýsis jólakappingum. Nærri verður at frætta um hetta seinni.
Samlaða GP-støðan sæst her
Bólkur A
1. Pætur Albinus (Tór)
2. Anna Mikkjalsdóttir (TBF)
3. Sveinur M. Nolsøe (Tór)
4. Vagnur Nolsøe (TBF)
5. Heri Lava Láadal (Tór)
6. Ári Fríðason Jensen (Tór)
7. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
8. Tórur Eið Eliasen (Tór)
Bólkur B
1. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)
2. Britt Michelsen (TBF)
3. Maria Albinus (Tór)
4. Anja Wongwai (TBF)
5. Beinta Dalfoss Joensen (TBF)
6. Hanna F. Højgaard (TBF)
Bólkur C
1. Petur Dagfinn Højgaard (Tór)
2. Silas Rasmussen (Tór)
3. Victoria Debes (TBF)
4. Jósva F. Højgaard (TBF)
5. John Bærendsen (TBF)
6. Gunnar Vang Niclasen (Tór)
Bólkur D
1. Bárður Enni Danielsen (Tór)
2. Mathias Weinkauf (Tór)
3. Reinar Garðshamar (TBF)
4. Jónas Nikolajson (Tór)
5. Poul Knút Poulsen (TBF)
6. Tobias Garðshamar (TBF)
7. Kristian Niclasen (TBF)
Bólkur E
1. Hans Jacob Lisberg (TBF)
2. Hans Elias Arge (Tór)
3. Regin Dam (Tór)
4. Markus Nygaard (TBF)
5. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
6. Lias Arnason (TBF)
7. Ingálvur Lamhauge (Tór)
Bólkur F
1. Olivur Aron Joensen (TBF)
2. Róland Hansen (TBF)
3. Páll Hansen (TBF)
4. Vár Højgaard (Tór)
5. Eyðun Høgenni (Tór)
6. Hjalti Rógvason (Tór)
Bólkur G
1. Búgvi Dávasson Skála (Tór)
2. Julius Mortensen (TBF)
3. Elias K. Sørensen (TBF)
4. Ólavur Hammer (TBF)
5. Osvald Jensen (Tór)