tokk-studlar.jpg

Tøkk til okkara trúgvu stuðlar

Borðtennissamband Føroya takkar enn eina ferð okkara trúgvu stuðlum sum, ferð eftir ferð, geva okkum eina hjálpandi hond.

Húsavarðatænastan, Trygd, Andrias Berg, LM Electric, Bygma Balslev og Jógvan Weihe. Felags høvuðsstuðulin Kontrast fær eisini ein hjartans tøkk. Ikki minst Dánjal og hansara fólk frá "Høllini" í Tórshavnar kommunu og øll starvsfólkini frá KVF, sum altíð eru blíð og fryntlig at vera saman við.

Veitslunevndin, miðlanevndin, hallarbólkurin og stuðlanevndin - allir hesir arbeiðsbólkarnir takk fyri! Eisini takk fyri gott samstarv til Badmintonsamband Føroya, Judosamband Føroya og øll feløg kring landið undir hesum trimum sambondunum - eingi feløg, einki samband.