2346_r_705_0.jpg

Til Grønlands at kappast

Um vikuskiftið fara føroysku A-landsliðini hjá kvinnum og monnum í borðtennis til Grønlands at kappast, har tey frá fríggjadegnum til sunnudagin luttaka í Arctic Open, ið er ein árliga afturvendandi millumtjóðakapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland. Hetta er sættu ferð, at kappingin verður fyriskipað. Tey trý londini skiftast um vertskapin – í fjør var kappingin í Føroyum, og nú eigur Grønland tørn.

 

Kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki, blandaðum tvímansleiki og í liðkapping. Hetta merkir, at leikararnir sleppa at spæla eina rúgvu av dystum teir tríggjar dagarnar, ið kappast verður. Føroyar, Ísland og Grønland eru á rímiliga jøvnum støði í borðtennis, so dystirnir plaga at vera bæði spennandi og gevandi, eins og sambandið ímillum hesar tríggjar vinartjóðir verður styrkt ár undan ári.

 

Føroyar hava áður fingið góð úrslit í Arctic Open, og á heimavølli í fjør gjørdi kvinnulandslið okkara reint borð. Henrietta Nielsen vann gull í einmansleiki, og saman við Duritu F. Jensen vann hon eisini gull í tvímansleiki. Í liðkappingini vóru Føroyar eisini sannførandi, har Henrietta Nielsen, Durita F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir stóðu ovastar á sigursskamlinum við gullmerkjum um hálsin.

 

Kvinnulandsliðið er hesaferð mannað við Henriettu Nielsen, Onnu Mikkjalsdóttir og 14 ára gamla talentinum, Sólju Hilduberg Djurhuus, ið fær debut á A-landsliðnum. Manslandsliðið er mannað við teimum báðum FM-finalistunum, Fróða F. Jensen og Halli Thorsteinsson, umframt TBF-leikaranum, Kai Roest. Føroyskur landsliðsvenjari er tann nýliga setti danin, Simon Nykjær-Fisher.

 

Borðtennissamband Føroya setti fyrr í ár í verk eina nýggja menningarætlan, og í síðsta mánaða høvdu A- og ungdómslandsliðið eina felags venjingarlegu í Føroyum. Arctic Open er einans ein av altjóða uppgávunum hjá føroyska A-landsliðnum, og í heyst eru væntandi eisini aðrar uppgávur á skránni – eisini hjá ungdómslandsliðnum.

 

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum hósdagin og verður aftur á klettunum mánadagin.