sveinur-fm-smadr.jpg
Sveinur Nolsøe, føroyameistari í smádreingjadeildini

Sveinur Nolsøe føroyameistari í smádreingjadeildini

Sveinur Nolsøe og Knútur Jóannesarson hava spælt mangan dystin í borðtennis. Og aftur í dag møttust teir - hesaferð í finaluni í einmansleiki í smádreingjadeildini.

Sveinur vann finaluna 3-0 - settúrslitini vóru: 12-10, 11-6 og 11-8.

Nr. 3 var Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið annars spælir í smápiltadeildini. Hann hevur nú vunnið sær rætt at spæla í dreingjadeildini. Frálíkt avrik av Elias, ið vit væntandi koma at síggja og hoyra nógv til komandi árini.

Knútur Jóannesarson, nr. 2 í smádreingjadeildini

Spentur pápi.

Spentur pápi.