trongisvagi.jpg (1)

Sunnudagin verður síðsta GP-umfarið

Nú sunnudagin 25. februar verður alt avgjørt í føroysku Grand Prix-kappingini, tá fimta og seinasta umfar verður spælt í høllini í Trongisvági.

Spenningur er í fleiri deildum, men seinastu smálutunum verður bíðað eftir eina løtu enn, tí samlaða støðan verður uppgjørd í løtuni, og løgd út sum skjótast.

Kappingin sunnudagin byrjar kl.13:00, og leikarar verða bidnir um at melda seg til við dómaraborðið áðrenn kappingin byrjar.

Eftir kappingina verður heiðursmerkjahandan, har trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki, í samlaðu kappingini, fáa heiðursmerki.

Síðstu tvær kappingarnar hetta kappingarárið eru FM fyri ung í Trongisvági 15. - 16. mars, og FM fyri vaksin í Tórshavn 5. - 6. apríl.