GP6-mynd.jpeg
7 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini úr Tór er fremstur í smápiltadeildini.

Sunnudagin verður alt avgjørt

Sunnumorgunin 1. mars kl.11.00 verður 6. og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Kappingin varð upprunaliga sett at vera leygardagin, men verður ístaðin sunnudagin vegna lagaligari ferðasamband og betri stundir at avgreiða kappingina - og ikki minst samlaðu støðuna.

 

Tað er óvanliga tætt í fleiri aldursbólkum, og tískil verður stórur spenningur um hvør fer avstað við teimum ymisku plaseringunum og heiðursmerkjunum.

 

Eftir kappingina verður endaliga Grand Prix-úrslitið yvir øll seks umførini talt saman og heiðursmerki handað til trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki. Heitt verður tí á leikarar um at verða verandi í høllini til øll eru liðug at spæla.

 

Kappingin sunnudagin byrjar sum nevnt kl.11.00. Møtið fjølment!

 

Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.