Blandaður tvímansleikur byrjaði kl. 0900. Bæði føroysku pørini vórðu útsligin í bólkaspælinum.
Eftir tað spældu Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen seg víðari í tvímansleiki hjá kvinnum.
Bæði pørini í tvímansleiki hjá monnum eru úti.
Hjá monnum í einmansleiki spældu Eyðun Ellendersen og Sveinur M. Nolsøe seg víðari. Pætur og Knútur gjørdust ov stuttir.
Hjá kvinnunum vann Henrietta sín bólk í single. Durita heldur ikki fram hesa ferð eftir at hava tapt tveir dystir innleiðandi og vunnið ein.
Borðtenniskappingarnar byrjaðu í morgun kl. 0900 (upphiting kl. 0800). Seinasti dysturin hjá føroyingunum í dag endaði tá klokkan nærkaðist 2000.
Kappingarnar halda fram ímorgin.