Stóri finaludagurin hjá borðtennis, judo og badminton verður leygardagin 22. apríl í Høllini á Hálsi.
Byrjað verður kl. 1300.
Innleiðandi umførini í borðtennis verða í Eysturskúlanum fríggjakvøldið 21. apríl kl. 1800.
Av tí at vit byrja ein tíma fyrr enn vanligt leygardagin, verða kanska onkrar tvímansfinalur longu fríggjakvøldið. Avgerð er ikki tikin um hetta enn.
Sum vanligt verður gallaveitsla leygarkvøldið. Í B36-húsunum. Prísurin er 350 kr. og við at flyta peningin á konto nr. 410.028.0 í Suðuroyar Sparikassa (reg. nr. 9870) er teknað til. Børn 14 ár og yngri bert atgongd saman við foreldrum.
Vónandi síggja vit mangar leikarar til kappingarnar og góða undirtøku fyri veitsluni.