jersey-foroyar.jpg

Spæla um 5. plássið í morgin

Føroyska borðtennislandsliðið gjørdist nummar fýra í bólkinum hjá sær í liðkappingini á oyggjaleikunum. Hetta er greitt, eftir at tað í dag gjørdist til tvey tap ímóti tveimum stinnum londum, nevniliga Jersey og Álandi.

Lagt varð fyri ímóti Jersey í morgun, og har høvdu Føroyar tíverri ikki stórvegis møguleikar. Jersey vann dystin 7-0, og vann somuleiðis bólkin hjá Føroyum í sannførandi stíli.

Seinni dysturin í dag var ímóti Álandi, og hann hevði ikki tann stóra týdningin fyri hvat nummar Føroyar skuldu gerast í bólkinum. Her var nevniliga greitt, at Føroyar fóru at gerast nummar fýra í bólkinum óansæð.

Landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, valdi tí at blanda kortini av nýggjum, og nakrir av leikarunum, sum ikki hava spælt so nógv higartil, sluppu av álvara at royna seg. Hetta gjørdu teir leikararnir sera væl - tey vístu øll góðan hugburð, og tordu væl at spæla fyri sínum møguleika. Dysturin endaði við teprum 4-3-sigri til Álands.

Í morgin verður spælt um plássini frá nummar 5 til nummar 8. Føroyar leggja fyri ímóti Grønlandi kl.09:00, og kl.12:00 verður dystur ímóti annaðhvørt Cayman Islands ella Álandi.

 

Úrslit - dagur 2

 

Føroyar - Jersey 0-7
Albert Weihe Wolfsberg - Jordan Wykes 0-3
Henrietta Nielsen - Hannah Silcock 0-3
Fróði Fríðason Jensen - Luc Miller 0-3
Henrietta Nielsen / Britt Michelsen - Hannah Silcock / Kathryn Silcock 0-3
Hallur Thorsteinsson - Jordan Wykes 0-3
Hallur Thorsteinsson / Britt Michelsen - Jordan Wykes / Hannah Silcock 0-3
Albert Weihe Wolfsberg - Luc Miller 0-3

 

Føroyar - Åland 3-4
Hallur Thorsteinsson - Johan Pettersson 2-3
Anja Wongwai - Marina Donner 0-3
Ári Fríðason Jensen - Eddie Sandell 3-0
Føroyar vunnu tvímansleik hjá kvinnum uttan dyst_
Ári Fríðason Jensen - Johan Pettersson 0-3
Ári Fríðason Jensen / Anja Wongwai - Johan Pettersson / Marina Donner 0-3
Hallur Thorsteinsson - Eddie Sandell 3-0