soguligt-silvur.jpg
Samanlagt eitt gull og eitt silvur til Henriettu á Gotlandi 2017.

Søguligt silvur til Henriettu

Henrietta tapti finaluna 1-4. Men samstundis hevur hon tryggjað Føroyum eitt søguligt silvur-heiðursmerkið á oyggjaleikum. Ongantíð áður hevur ein kvinna vunnið heiðursmerkið í einstaklingakappingini.

Maria Donner, Áland, var ov sterk í finaluni. Henrietta vann fyrsta sett, men tapti so greitt fýra sett á rað - eingin ivi um, at Maria Donner var betri leikarin í finaluni. Henrietta tapti eisini dystin í liðkappingini 3-0, so Maria var stórfavorittur undan dystinum.

Íalt eitt gull og eitt silvur er góðtikið hjá føroyskum borðtennis!