Hanus Sørensen og Elias Ellefsen á Skipagøtu úr Tór eru føroyameistarar í tvímansleiki í smádreingjadeildini.
Hetta er eitt satt bragd, tí somu leikarar hava eisini vunnið tvímansleikin í smápilta- og piltadeildini hetta vikuskiftið.
Í finaluni vunnu teir 3-1 ímóti Sveini Nolsøe Mortensen og Knúti Jóannesarson, eisini úr Tór.