Fríggja- og leygardagin 25. og 26. apríl verður endabresturin í hesum kappingarárinum, tá ið FM fyri vaksin verður spælt í høllini á Hálsi í Havn.
25. apríl er flaggdagur, og gevur hetta høvi til at byrja innleiðandi kappingarnar nakað fyrri í ár, soleiðis at tað ikki dregur ov langt út á kvøldið.
FM skráin
Fríggjadag 25. apríl
Kl.10:00: Einmansleikur, kvinnur og menn - innleiðandi
Kl.11:30: Einmansleikur, menn - fjórðings- og hálvfinalur
Kl.13:00: Tvímansleikur, kvinnur og menn
Kl.14:00: Tvímansleikur, menn - hálvfinalur
Kl.15:00: Blandaður tvímansleikur
Leygardag 26. apríl
Kl.12:00: Miðaldeild
Hendan dagin verða FM-finalur eisini spældar - nærri tíðspunkt verða kunngjørd seinni.