hallur-aqqa.jpg
Hallur Thorsteinsson í dysti ímóti grønlendska Aqqalu Nielsen.

Silvur og bronsa í liðkappingunum

Annar kappingardagurin av trimum í ársins Arctic Open er av, og nakrir troyttir føroyskir spælarar eru nú farnir at eftirmeta og hvíla seg eftir ein drúgvan dag í borðtennishøllini í Reykjavík. Í dag hevur liðkapping verið á skránni. Føroyar luttóku við tveimum mansliðum og tveimum kvinnuliðum.

 

Dagurin hjá A-landsliðnum hjá monnum var so sum so. Liðið, ið er mannað við Fróða F. Jensen, Halli Thorseinsson og Pæturi Albinus, legði sum vónað frá landi við sigri á føroyska B-landsliðnum, men í øðrum dystinum gjørdist tað til eitt sera óheppið avrik ímóti einum vælmannaðum íslendskum B-landsliði. Føroyar høvdu ein dystarbólt til at vinna samlaða liðdystin, men tapti hóast alt tepurt 2-3.

 

Í triðja dystinum taptu føroysku A-menninir 3-1 ímóti Grønlandi, men best sum alt sá sera tungt út, stríddu føroyingarnir seg til ein frálíkan 3-2-sigur á íslendska A-liðnum. Hetta bjargaði degnum saman við einum harðvunnum 3-2-sigru á íslendska C-landsliðnum, og tá ið avtornaði endaði tað so við einari bronsu til føroyska A-liðið. Hetta vóru teir, ivasama avrikið havt í huga - hildu teir sjálvir - sera væl nøgdir við.

 

Føroyska B-landsliðið hjá monnum, ið er mannað við Eyðuni F. Ellendersen, Knúti Jóannesarsyni og Sveini M. Nolsøe, bleiv nummar fimm av teimum seks liðunum í liðkappingini. Nakrir dystir komu í hús her og har, og tann einasti samlaði sigurin, ið teir fingu, kom í hús við 3-1-sigri á Íslandi C. Hetta var samumtikið á einari leið, og við eitt sindur meira av venjing og royndum, so kunnu teir óivað arga meira í samlaðu kappingini.

 

Rakul Mikkjalsdóttir, Durita F. Jensen, Anna Mikkjalsdóttir og Elinborg C. Mortensen mannðau føroyska A-landsliðið hjá kvinnum. Tær løgdu frálíka væl frá landi og vunnu fýra teir fyrstu dystirnar - harav á íslendska A-landsliðnum, men eitt óheppið 3-1-tap fyri Grønlandi kostaði teimum gullið. Tær vunnu silvur. Ísland, sum Føroyar megnaðu at vinna á, vunnu gull.

 

Føroyska B-landsliðið hjá kvinnum var mannað við teimum blaðungu Sólju H. Djurhuus, Britt Michelsen og Anju Wongwai. Tær vunnu á bæði Íslandi B og Íslandi C, og blivu tær tískil nummar fýra av seks liðum í samlaðu liðkappingini. Hetta má sigast at vera sera flott hjá ungu føroysku gentunum, og halda tær fram við venjingini og menningini, so fara tær óivað at spæla við í toppinum framyvir.

 

Í morgin er tvímansleikur og einmansleikur á skránni. Tvímansleikurin byrjar kl.10.00 føroyska tíð, meðan einmansleikurin byrjar kl.14.00 føroyska tíð.