sannforandi-vidari.jpg
Henrietta og Durita

Sannførandi víðari í tvímansleiki hjá kvinnum

Durita F. Jensen og Henrietta Nielsen vunnu báðar dystirnar í bólkaspælinum og hava spælt seg víðari.

Fyrst vunnu tær ímóti einum pari av Jersey og síðani einum blandaðum pari úr Grønlandi og Cayman Islands.

Í dag kl. 14.30 møta tær Nilsson og Olofsson úr Gotlandi - vinnarin er í hálvfinaluni.

Anna Mikkjalsdóttir skuldi eisini luttaka saman við einari av Alderney, men hon legðist sjúk undan dystinum og soleiðis fekk Anna ongan dyst í kappingini.