Fyrsti triðingur av ársins samlaðu Grand Prix-kapping er spældur eftir at 2. Grand Prix-umfar út av seks varð spælt í høllini á Hálsi um vikuskiftið, og nú er samlaða støðan uppgjørd og løgt út á heimasíðuna.
Fyri at leikarar skulu telja við í samlaðu Grand Prix-kappingini, er neyðugt at møta til í minsta lagi fimm av teimum seks umførunum. Tað umfarið, har leikarin fær fæst stig, verður trekt frá.
Fremst í fíluni sæst samlaða støðan, allir aldursbólkar íroknað, men tilber at síggja støðuna í øllum aldursbólkum hvør sær við at blaða ímillum teir niðast í excel-fíluni.
GP-støðan sæst annars til eina og hvørja tíð undir "Styrkilisti" í ovara bredda her á heimasíðuni.
Hesar Grand Prix-kappingar eru eftir:
24.11.2019: GP3 í Trongisvági
11.01.2020: GP4 í Tórshavn
02.02.2020: GP5 í Trongisvági
29.02.2020: GP6 í Tórshavn