Hóðast okkara leikarar gjørdu og vildu sítt besta, so rakk tað heldur ikki hesa ferð til heiðursmerki í kappingini fyri einstaklingar. Vit náttu 1/4- og 1/8- finalunum og røkkur hetta ikki til heiðursmerki.
Henrietta spældi seg millum átta tær bestu, men rendi seg í ov harða mótstøðu í fjórðingsfinaluni.
Millum menninar var Ragnar Egilsson millum 16 teir bestu, men mátti eisini lúta fyri sera sterkari mótstøðu.
Fróði og Rakul spældu seg víðari frá bólkaspælinum og har endaði teirra kapping - Pætur og Hallur gjørdust ov stuttir í bólkaspælinum.
Ímorgin, hósdagin, eru tvímansleikirnir á skránni. Rakul og Henrietta spæla tvímansleikin hjá kvinnunum, Ragnar/Hallur og Pætur/Fróði hjá monnunum og blandaða tvímansleikin fyri Føroyar leika Henrietta/Ragnar og Rakul/Pætur.
Úrslitini í dag:
Hallur Thorsteinsson - Oliver Langlois, Guernsey 0-3
Hallur Thorsteinsson - L. Orton, Isle of Wight 3-1
Hallur Thorsteinsson - Max Tupper, Jersey 0-3
Pætur Albinus - Johan Petterson, Åland 0-3
Pætur Albinus - Gary Morgan, Hetland 3-0
Pætur Albinus - Malik Kleist, Grønland 0-3
Fróði F. Jensen - Dante Ramoon, Cayman Islands 3-0
Fróði F. Jensen - Cragi Gascoyne, Jersey 1-3
Fróði F. Jensen - Julian Brierclilffe, Isle of Man 3-2
Fróði F. Jensen - Ola Granlund, Gotland 0-3
Ragnar Egilsson - Jim Bergbo, Åland 3-1
Ragnar Egilsson - Ronan McDonnel, Isle of Man 3-1
Ragnar Egilsson - Daniel Mainland, Hetland 3-0
Ragnar Egilsson - George Downing, Isle of Wight 1-3
Rakul Mikkjalsdóttir - Evelina Carlsson, Gotland 1-3
Rakul Mikkjalsdóttir - Jill Fothergill, Isle of Wight 3-0
Rakul Mikkjalsdóttir - Dawn Morgan, Guernsey 0-3
Henrietta Nielsen - Pauline Rorke, Isle of Wight 3-0
Henrietta Nielsen - Rebecca Bailey, Isle of Man 3-0
Henrietta Nielsen - Aqqa Karline Sethsen, Grønland 3-0
Henrietta Nielsen - Annika Ahlgren, Gotland 3-2
Henrietta Nielsen - Lynda Flaws, Hetland 0-3
Hesin hevur sæð tað fyrr - Peter Niclasen, vunnið fýra heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikum.
Henrietta gjørdi sítt besta!
Rakul
Onkur hongur eitt sindur við nevinum...