FM fyri ung verður spælt í Trongisvági í dag. Júst nú er gentudeildin avgreidd, og har er tað Sólja Hilduberg Djurhuus úr Tór, sum kann kalla seg føroyameistara. Í finaluni vann hon 3-0 á Britt Michelsen úr TBF. Bronsuna vann Marin Elisabet Poulsen eftir tepran 3-2-sigur í bronsudystunum ímóti Anju Wongwai.
Í tvímansleikinum vunnu Britt Michelsen og Anja Wongwai úr TBF gull, meðan Tór- og TBF-blandaða parið, Sólja Hilduberg Djurhuus og Marin Elisabet Poulsen, vunnu silvur. Bronsuna vunnu Beinta Dalfoss Joensen og Bára Guttesen úr TBF.
Eftir gentudeildina varð farið í holt við kvinnuunglingar. Aftur her gjørdi 15 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus úr Tór bart og vann deildina, hesaferð 3-0 í finaluni ímóti tí einans 12 ára gomlu Marin Elisabet Poulsen úr TBF, sum í sínari hálvfinalu vann á Anju Wongwai, ið tó fekk bronsuna.
Gentur – einmansleikur
1. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)
2. Britt Michelsen (TBF)
3. Marin Elisabet Poulsen (Royn)
Gentur – tvímansleikur
1. Britt Michelsen/Anja Wongwai (TBF/TBF)
2. Sólja Hilduberg Djurhuus/Marin Elisabet Poulsen (Tór/TBF)
3. Beinta Dalfoss Joensen/Bára Guttesen (TBF/TBF)
Kvinnuunglingar – einmansleikur
1. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)
2. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
3. Anja Wongwai (TBF)
Smágentur – einmansleikur
1. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
Kvinnuunglingar – tvímansleikur
Verður spælt næsta vikuskifti.