GP5.jpg

Síðsta GP-umfar verður sunnudagin

Nú sunnudagin 26. februar verður 5. og seinasta Grand Prix-umfarið í hesum kappingarárinum spælt í høllini í Trongisvági. Kappingin byrjar kl.13:30.

Eftir kappingina verður heiðursmerkjahandan, har trý tey bestu í hvørjum aldursbólki hetta GP-kappingarárið verða heiðrað við heiðursmerkjum.

Borðtennissamband Føroya vónar at síggja nógvar leikarar kappingina, og avvarðandi eru sjálvandi eisini vælkomin at hyggja og fagna vinnarunum eftir kappingina.