sattm-undirskr.jpg
Sáttmáli undirskrivaður.

Sáttmáli undirskrivaður við landsliðsvenjara

Sáttmáli er undirskrvaður við landsliðsvenjaran Peter Niclasen.

Peter er gamal í garði í føroyskum borðtennis og tí er tað náttúrligt, at hann er landsliðsvenjari. Sáttmálin er galdandi til 31. desember 2017. Peter fær ábyrgdina av tí ítróttarliga, sum BTSF varðar av. Millum annað luttøku í kappingum uttanlands, landsliðsúttøku og landsliðsvenjing heima í Føroyum.

Borðtennissambandið er sera fegið og takksamt fyri sáttmálan við Peter. Mett verður, at ein føroysk loysn er vegurin - vit gleða okkum til framhaldandi samstarvið við Peter.