Rasmus-KidsMasters2025.jpg

Rasmus vann bronsu í Kids Masters

Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennisfelagnum Tór í Havn hevur um vikuskiftið verið í Danmark og luttikið í Kids Masters, har 48 teir fremstu leikararnir í U13-árganginum kappaðust í Hald Ege Idrætscenter tætt við Viborg. Býtt varð upp í fýra styrkisbólkar, og Rasmus var í tí fremsta aldursbólkinum, eisini kendur sum Danmarks Top-12.

Rasmus er styrkismettur sum nummar átta í U13-árganginum í Danmark, men helst kundi hann verið enn hægri, um hann fekk luttikið í fleiri donskum kappingum árliga – og júst tað, at hann er betri enn nummar átta í Danmark megnaði hann so sanniliga at prógva í Kids Masters hetta vikuskiftið.

Eini leikarin tók seg úr kappingini vegna skaða, og tí vóru tað 11 leikarar, ið dystaðust um at vera hin besti í U13-árganginum í Danmark. Rasmus byrjaði væl, og fyrsta dagin vann hann fýra út av seks dystum, har av ein frálíkur 3-2-sigur ímóti tí best styrkismetta leikaranum, Victor Schnell Jensen úr Team Egedal.

Annar dagurin byrjaði eisini væl við tveimum sigrum, og í hesi løtu var Rasmus fremstur í kappingini, sum er skipað sum eitt bólkaspæl við tveimum stigum fyri hvønn sigur og einum stigi fyri hvørt 3-2-tap. Rasmus var tó varugur við, at væl skuldi gangast, um hann skuldi varðveita plássið í topp-3, tí í síðstu tveimum dystunum bíðaðu tveir av stinnastu leikarunum.

Næstsíðsta dystin tapti Rasmus 3-0 ímóti Elias Skajem úr Roskilde, og í síðsta dystinum tapti hann tepurt 3-2 – eftir annars at hava verið á odda 2-0 – ímóti Julius Bach Fredensborg úr Virum, og júst hesi tvey vunnu settini vístu seg at vera avgerandi fyri, at Rasmus streyk avstað við 3. plássinum í einum sera tøttum bólkaspæli.

At gerast nummar trý og vinna bronsu í Danmarks Top-12 er eitt frálíkt úrslit fyri Rasmus, sum í einum drúgvum kappingarári nú einans hevur tvær kappingar eftir at spæla komandi tríggar vikurnar, nevniliga FM fyri vaksin í Tórshavn 25. apríl og DM fyri U15-leikarar í Odense 3. mei.

Kids Masters - úrslit

  1. Elias Skajem, Roskilde Bordtennis, BTK 61
  2. Julius Bach Fredensborg, Virum-Sorgenfri Bordtennisklub
  3. Rasmus Teitsson, BTK Viby
  4. Viktor Schnell Jensen, Team Egedal / Ølstykke BTK
  5. Marius Holm-Møller, Brønshøj Bordtennis
  6. Rasmus Pein Johansen, OB Bordtennis
  7. Vitus Van Zaane Løjtved Nyby, Team Egedal / Ølstykke
  8. Orion Bauer, Amager Bordtennis Klub
  9. Johannes Feddersen, Ribe Bordtennisklub
  10. Karlo Bejning Højslet, Ribe Bordtennisklub
  11. Mikkel Køhlert, Knudsker Idrætsforening
  12. Leo Holm Olsen, Virum-Sorgenfri Bordtennisklub