Tá ið annað Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi nú leygardagin tann 18. november, verður tað við einum nýggjum ungum harra í A-bólkinum.
Talan er um 11 ára gamla Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennisfelagnum Tór í Havn. Hann gjørdist nummar tvey í B-bólkinum í fyrsta umfarinum í Trongisvági, og flytur sostatt upp í A-bólkin.
Rasmus er tann yngsti luttakarin, sum nakrantíð hevur tryggjað sær luttøku í A-bólkinum síðani farið varð undir Grand Prix-kappingarnar fyri umleið 25 árum síðani.
Í A-bólkinum verður mótstøðan øgilig, tí har eru einamest A-landsliðsleikarar, men spennandi verður at síggja hvussu fer at gangast 11 ára gamli Rasmusi og øllum hinum leygardagin.
Kappingin leygardagin verður spæld í høllini á Hálsi í Havn, og hon byrjar kl.12:00.