Ragnar Egilsson og Fróði F. Jensen hava vunnið gull í tvímansleiki. Sveinur Mortensen Nolsøe og Knútur Jóannesarson góvu teimum dygga mótstøðu í øllum settunum, men endin var at "veteranarnir" vunnu.
Soleiðis fekk Fróði eitt gull aftrat í savnið og Ragnar fekk eisini, eftir drúgvan steðg, eitt come back gull.
Bronsu vunnu Kai Roest, TBF og Hanus Sørensen, Tór.