patur-allan-vegin.jpg

Pætur fór allan vegin

Hann hevur roynt og roynt og bíðað og bíðað. Hesa ferð eydnaðist at koma í finaluna - og tað steðgaði ikki har - Pætur Albinus tók av og fór heim við gylta gullinum.

Hann er ein flottur føroyameistari 2015.

Í eini góðari, undirhaldandi og spennandi finalu vann hann 4-3 á Fróða Fríðason Jensen, TBF. Fróð tók fyrsta sett 11-6, Pætur svaraði við 11-7 í øðrum setti. Fróði vann eitt týdningarmikið triðja sett 12-10, men Pætur svaraði enn eina ferð við 11-7. Fróði royndi eina ferð afrta og vann fimta sett 12-10. Pætur vant burturúr Fróða í sætta setti 11-5. 3-3 í settum og so vann Pætur avgerandi sjeynda settið 11-9.

Pætur Albinus føroyameistari 2015, Fróði silvur og Hanus Sørensen, Tór, bronsa.