patur-i-finaluni.jpg

Pætur Albinus í finaluni móti føroyameistaranum

Fyri fyrstu ferð hevur 24 ára gamli Pætur Albinus spælt seg í í einstaklingamansfinaluna.

Hinumegin borðið fer føroyameistarin Fróði Fríðason Jensen at gera eina roynd at varðveita heitið.

Í hálvfinaluni vann Pætur 4-1 í settum á unga stjørnuskotinum, 14 ára gamla Hanusi Sørensen. Settini endaðu 11-8, 8-11, 11-9, 11-7 og 11-9. Fimm jøvn sett.

Hina hálvfinaluna vann føroyameistarin Fróði Fríðason Jensen á aldursforsetanum Peturi Niclasen. 4-0 í settum og settini endaðu: 11-8, 11-5, 11-4 og 11-9.

Hanus Sørensen var annars dagsins maður. Í bólkaspælinum vant hann burturúr tveimum lærumeistarum. Hann vann sannførandi á 47 ára gamla Peter Niclasen, ið hevur vunnið FM 16 ferðir. Hann smurdi eisini Ragnar Egilsson av - Ragnar var føroyameistari 2008 til og við 2011. Settini endaðu 11-8, 8-11, 11-9, 11-7 og 11-9. Fimm jøvn sett. Hanus Sørensen setti seg á fyrsta plássið í bólkinum og Peter Niclasen skumpaði, við einum sigri, Ragnar Egilsson út í myrkri. Peter gjørdist sostatt nr. 2.

Í einum øðrum bólki vóru m.a. Fróði F. Jensen, Pætur Albinus, Sveinur Mortensen Nolsøe og Knútur Jóannesarson - hesir vórðu mettir, at kunna gera um seg um teir høvdu ein góðan dag. Fróði vann allar dystirnar og Pætur tapti tann eina móti Fróða. Soleiðis høvdu hesir spælt seg í hálvfinaluna.

Vit fáa eitt nýtt andlit í finaluna og tað er at fegnast um. Harmiligt hjá Hanusi, men har manglaði tað allarsíðsta. Og so verður tað spennandi um Fróði megnar, at endurvinna FM-heitið.

14 ára gamli Hanus Sørensen vann bronsufinaluna 3-0 á Peturi Niclasen. Flott flott.

Pætur Albinus hevur annars verið trúgvur viðmerkjari til sjónvarpssendingina í fleiri ár - her kemur ein gamal kenningur, at viðmerkja - nevniliga fyrrverandi viðmerkjarin Ivan Niclasen.