Vit taptu móti stórfavorittunum Guernsey fyrra dystin í gjár. Men vit vunnu dystin í blandaðum tvímansleiki tá Henrietta og Fróði vunnu sín dyst.
Seinasti dysturin í bólkaspælinum var móti Hetlandi. Tá sluppu Anna, Hanus og Pætur at rona seg. Vit vunnu allar dystirnar og sostatt dystin 7-0.
Soleiðis endaðu vit nr. 3 í bólkinum og í gjárkvøldið spældu vit so móti nr. 4 í hinum bólkinum Isle of Man. Vit vunnu 4-0. Pætur, Fróði, Henrietta og Anna syrgdu fyri sigrinum.
Í dag skulu vit so royna okkum ímóti vertunum Jersey, sum heldur óvæntað ikki spældu seg víðari í hinum bólkinum. Vit kunnu rokna við harðari mótstøðu.
Íalt 11 lond eru við í kappingini.
Einstaklingakappingarnar byrja ímorgin og síðani tvímansleikur hjá kvinnum og monnum og blandaður tvímansleikur. So enn eru vónir fyri framman og bert ein kapping avgreidd.