Fyrsta kappingin er liðug og nú gleða vit okkum til næstu kapping í Trongisvági leygardagin 26. oktober.
Skipað verður fyri felagsvenjing frá kl. 10 til 12 - har royndir leikarar fara at leggja teimum ungu lag á.
Kl. 12 verður matarsteðgur og kl. 13 byrjar GP kappingin, sum verður tann næsta hetta kappingarárið.
Grand Prix kappingin er skipað soleiðis, at nr. 1 í a bólkinum fær 500 stig, nr. 2 470 stig, nr. 3 450 stig og so framvegis. Tann aftasti í a bólkinum og tann fremsti í b bólkinum fáa somu stig, men annars heldur tað fram niðureftir og tá vit koma niður um 400 stig eru 10 stig ímillum. Øll kunnu leika ímóti øllum, men tá úrslitini verða gjørd upp verða tey býtt sundur aldursbólkar og eisini eftir kyni.
Meginreglan er, at nr. 1 og nr. 2 flyta upp í hægri bólk og tvey tey aftastu flyta niður í lægri bólk. Undantøk kunnu verða frá hesi reglu um luttøkan í kappingunum er óreglulig.
Nógv nýggj andlit vóru at síggja og vónandi verða vit enn fleiri næstu ferð.