nytt-fra-hm.jpg

Nýtt frá HM-kappingini í Rotterdam

Fyrri vinardysturin í dag var ímóti finska kvinnulandsliðnum, sum – eins og vit – ikki skuldu leika HM í dag. Henrietta Nielsen hevur bundið frið í dag vegna skaða í høgra armi, og av tí at tær vóru tríggjar á finska liðnum, máttu tveir dreingir traðka til fyri at fylla liðið upp. Tað, at ein finsk gjørdist skadd undir upphitingini, gjørdi tað bara harmiligt fyri finnar, men vit valdu so at fullføra við fullari manning og leika best út av fimm dystum.

 

Rakul tapti fyri stórtalentinum, Anna Kirichenko. Rakul vann tó eitt sett og skal ikki skammast av úrslitinum. Hallur spældi ikki serliga væl í dag og tapti 0-3 fyri Janniku Oksanen. Harafturímóti spældi Fróði upp til sítt besta og gjørdi av við báðar tvær, ávikavist 3-0 og 3-1. Hetta leiddi okkum til ein avgerandi dyst í tvímansleiki, har Hallur og Fróði leiktu ímóti Janniku og Onnu. Hetta gjørdist ein javnur dystur og fylgdust pørini til eitt fimta og avgerandi sett, sum finsku genturnar tó vunnu greitt 11-2 og harvið avgjørdu dystin til teirra fyrimun.

 

Fróði F. Jensen – Jannika Oksanen 3-0 (11-7, 11-7, 11-8)

Rakul Mikkjalsdóttir – Anna Kirichenko 1-3 (8-11, 8-11, 13-11, 7-11)

Hallur Thorsteinsson – Jannika Oksenen 0-3 (7-11, 8-11, 6-11)

Fróði F. Jensen – Anna Kirichenko 3-1 (11-6, 11-6, 5-11, 11-9)

Fróði F. Jensen/Hallur Thorsteinsson – Jannika Oksanen/Anna Kirichenko (11-5, 7-11, 11-8, 8-11, 2-11)