Borðtennissamband Føroya hevði leygardagin 15. desembur eykaaðalfund í hølum felagsins í ÍSF-húsinum í Havn. Á skrá var eitt nú val av starvsnevnd.
Jens Pauli Nolsøe, sum hevur sitið í starvsnevndini í 10 ár, valdi á aðalfundinum í juni at takka fyri seg. Elinborg Mortensen er nýggj í starvsnevndini, og hevur nýggja nevndin í Borðtennissambandi Føroya skipað seg soleiðis:
Andras Nolsøe, formaður
Elinborg Mortensen, skrivari og næstforkvinna
Rógvi Thorsteinsson, kassameistari
Hugin Kárason Mortensen, eykalimur
Umrøtt varð eisini eitt uppskot um at styrkja samleikan hjá Borðtennissambandi Føroya við eitt nú nýggjum búmerki og nýggjari heimasíðu. Hetta uppskotið varð samtykt. Meira verður at frætta um hetta í næstum.