DSC_7550.jpeg
Andreas Vede Andersen.

Myndir: Venjingarlega í Havn

Á páskum hevur A-landsliðið verið á venjingarlegu í Havn. Landsliðið fyrireikar seg til oyggjaleikirnar á Guersney í summar, men hetta var eisini frálíkur møguleiki hjá einstøku leikarunum at fyrireika seg til FM, sum verður nú komandi vikuskifti.

Eisini var ungdómslandsliðið boðið við á venjingarleguna, og hugaligt var at síggja ungu leikararnar herja á, nú teir høvdu møguleikan at venja saman við teimum vaksnu.

Ein nýggjur leikari var eisini á venjingarleguni, nevniliga 20 ára gamli hálvføroyski Andreas Vede Andersen, sum spælir við B75 í Hirtshals. Talan er um sera stinnan leikara, sum í fyrstu atløgu einans vandi við og kom at hyggja nærri at føroyskum borðtennis – og øvut.

Peter Hentze Niclasen var eisini á gátt við myndatólinum, og frá hansara hondum komu hesar myndir, ið síggjast niðanfyri.