DSC_7376.jpeg
Paulina Niclasen, nýggjur heiðurslimur í TBF, saman við formanni felagsins, Kai Roest.

Myndir: TBF helt 75 ára stovningardag

Tvøroyrar Borðtennisfelag skipaði í gjár fyri lítlari móttøku í sambandi við at felagið hátíðarhelt 75 ára stovningardagin. Veitslan bleiv hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági, har eini 70-80 fólk vóru savnað. Á hesum stóra degi vildi TBF varpa ljós á borðtennisítróttinina í kommununi, bæði søguliga, hvat rørir seg í felagnum í dag og hvat fer at henda tey næstu mongu árini.

Fyrst bjóðaði Kai Roest, formaður í TBF, vælkomin. Tey møttu fingu køkur, pylsuhorn og drekka, sum borðreitt var við á móttøkuborðinum í ítróttarhøllini. 

Á hesum stóra degi, hevði TBF valt at heiðra Johan Andreas Olsen, Paulinu Niclasen og Sigurbjørn Niclasen, sum í mong áratíggju - innan nevndararbeiði, sum sjálvboðin og onkur sum venjari og spælari, hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri felagið. Tí blivu tey trý útnevnd sum Heiðurslimir í Tvøroyrar Borðtennisfelag. Vegna felagið, handaði Kai teimum blómutyssi og heiðursbærv, fyri tað arbeiði tey hava gjørt fyri TBF.

Nýggju heiðurslimirnir í TBF, f.v.: Paulina Niclasen, Sigurbjørn Niclasen og Johan Andreas Olsen.

Umboð fyri Tvøroyrar Kommunu vóru eisini møtt. Anita Vibergsdóttir helt talu, har hon greiddi frá, hvussu TBF av fyrstan tíð bleiv sett á stovn, og hon hugleiddi eisini um søgugongdina frá byrjan fram til í dag. Síðani handaði hon vegna kommununa eitt gávubræv til Tvøroyrar Borðtennisfelag.

Formaðurin í Tvøroyarar Bóltfelagi, André Dalfoss, handaði eisini blómur og kort til TBF.

Sum nakað eyka, so spældu nakrir av møttu TBF´arunum ein jubileumskapping. Tað kappingina vann føroyameistarin í miðaldeildini í 2004, Ragnar Nolsøe. Silvurheiðursmerkið fekk fyrrverandi BTSF-forkvinnan, Elinborg Christel Mortensen, og á einum tryggum triðja plássi endaði veteranurin og júst útnevndi Heiðurslimurin, Johan A. Olsen.

Stóri dagurin í høllini í Trongisvági endaði við, at Kai Roest takkaði teimum møttu fyri stuðulin.

Henda sama dagin varð eisini fimta og seinasta Grand Prix-umfar í ár, sum Borðtennissamband Føroya skipar fyri, avgreitt. Eftir hetta vórðu vinnararnir í landskappingini 2022/2023 heiðraðir við steypum og heiðursmerkjum.

- TBF takkar øllum fyri stuðulin, nú felagið seinastu dagarnar, hevur hátíðarhildið 75 ára stovningardag felagsins, siga tey úr Tvøroyrar Borðtennisfelagi.