Triði og næstseinasti kappingardagurin í borðtennis á Føroyaleikum hevur verið í Hoyvíkshøllini í dag, og har bleiv tað til nógvar spennandi dystir ímillum luttakararnar, sum eru úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Sigast má, at Grønland av álvara hevur gjørt bart í dag við at vinna fýra út av fýra kappingum. Eina gullmerkinum stóðu sigursvandu Nielsen-brøðurnir, Ivik og Aqqalu, fyri – hetta í tvímansleiki hjá monnum.
Onkur føroysk heiðursmerki bleiv tað eisini til. Marin Elisabet Poulsen vann silvur í tvímansleiki hjá gentum saman við íslendsku Kristín Ingibjørg Magnúsdóttir, og Anja Wongwai og Britt Michelsen vunnu bronsu hjá bæði gentum og kvinnum.
Í morgin, sunnudagin, verða einmansleikirnir hjá kvinnum og monnum spældir umframt blandaður tvímansleikir hja ungum og hálvfinalur í blandaðum tvímansleiki hjá vaksnum. Heuðursmerkjahandan er kl.15:30 í Hoyvíkshøllini og endahátíð kl.19:00 í Vágsbotni.
Niðanfyri síggjast úrslitini frá í dag, og niðast er eitt myndasavn.
Tvímansleikur – menn
1. Ivik Nielsen / Aqqalu Nielsen (Grønland)
2. Magnus Gauti Úlfarsson / Dávið Jónsson (Ísland)
3. Albert Weihe Wolfsberg / Fróði Fríðason Jensen (Føroyar)
3. Poul Petersen / Mick Skarup (Grønland)
Tvímansleikur – kvinnur
1. Rose-Maria Petersen/ Juliane Schmidt (Grønland)
2. Uiloq Dahl / Theresa Fontain (Grønland)
3. Niviaq Knudsen / Bianca Rødgaard (Grønland)
3. Britt Michelsen / Anja Wongwai (Føroyar)
Tvímansleikur – dreingir
1. Brian Schultz / Rune Schultz (Grønland)
2. Richard Petersen / Frederik Rødgaard (Grønland)
3. Kuno Jeremiassen / Inuuteq Sethsen (Grønland)
Tvímansleikur – gentur
1. Uiloq Dahl / Theresa Fontain (Grønland)
2. Kristín Ingibjørg Magnúsdóttir / Marin Elisabet Poulsen (Ísland / Føroyar)
3. Britt Michelsen / Anja Wongwai (Føroyar)