myndur-ur-nuuk.jpg
Aftast frá vinstru: Jóannes Guttesen ferðaleiðari, Eyðun Ellendersen, Fróði F. Jensen, Rógvi Thorsteinsson ferðaleiðari, Elinborg Nygaard, Anna Mikkjalsdóttir, Durita F. Jensen, Pætur Albinus, Knútur Jóannesarson, Sveinur M. Nolsøe, Hallur Thorsteinsson, Hanus Sørensen.

Myndir úr Nuuk

Í døgunum 15. mai til 17. mai í ár luttók føroyska borðtennislandsliðið í Arctic Open, sum hesa ferð var í Nuuk.

Longu mikudagin 13. mai máttu vit úr Føroyum. Eina nátt gistu vit í Keypmannahavn og síðani víðari til Grønlands. Í Nuuk gistu vit á Hotel Hans Egede og kappingin varð avgreidd í Godthåbshallen - 6-7 min til gongu frá hotellinum. Veðrið var hampuligt, men fráferðingardagin herjaði kavarok somikið, at fráferðin varð seinkað umleið nakrar tímar. Ferðalagið var aftur í Føroyum týsdagin 19. mai.

Luttakandi londini vóru Grønland, Ísland og Føroyar. Í 2013 var kappingin í Reykjavík, í 2014 í Føroyum og nú í 2015 í Nuuk.

Úrslitini vóru hesi:

Í liðkappingini vunnu kvinnurnar bronsu og mansliðini endaðu nr. 5 og 7.

Anna Mikkjalsdóttir og Hallur Thorsteinsson vunnu bronsu í blandaðum tvímansleiki.

Í tvímansleiki hjá monnum vunnu Eyðun Ellendersen og Niklas L. Hansen úr Grønlandi bronsu.

Fróði F. Jensen vann bronsu hjá monnum.

Vit høvdu sett nøsina eftir fleiri heiðursmerkjum, men soleiðis gekk ikki hesa ferð. Vinalagið millum leikararnar úr hesum trimum vinalondunum er serliga gott og hetta varð enn eina ferð ásannað á hesum frálíka og sera væl eydnaða túrinum til Nuuk.