minningarord.jpg
Her er Høgni á ungnlingalandsliðnum í 1979 - við batti í hond.

Minningarorð

Á ársdegnum fyri syrgiligu vanlukkuni á heimferðini frá Oyggjaleikunum á Bermuda 2013, fara vit í Borðtennissambandi Føroya, at seta nøkur fátøk orð saman til minnis um teir tríggjar, ið lótu lív í ferðsluvanlukkuni 21. juli í fjør.

Tíðin rennur, men hjá teimum næstu hevur árið verið drúgt og merkt við sorg.

Fyri fyrstu ferð í Oyggjaleikahøpi var borðtennis ikki ein av luttakandi ítróttargreinunum á Bermuda. Men vit kendu Høgna og Viljorm frá tí góða samstarvinum badminton, borðtennis og judo hava havt, tá tann  stóri finaludagin hevur verið fyriskipaður seinastu mongu árini. Óteljandi fundir og nógv samskifti – eitt sera gott samstarv, ikki minst Høgna og Vilhjormi at takka.

Álítandi, reiðiligir, jaligir, fólksligir, arbeiðssamir, blíðir og fyrikomandi – orðini eru mong, ið vit kundu lýst teir við. Vit síggja teir fyri okkum – smílandi.

Tíðliga í áttati árunum var Høgni Carlsson partur av føroyska borðtennistoppinum. Saman við brøðrum sínum, Birgiri Carlsson og Jens Chr. Carlsson, vann hann fleiri FM-heiti í borðtennis.

Tað er eingin ivi um, at hansara tíð við borðtennisborðini hevur gjørt sítt til, at eisini hann hevur verið drívmegin fyri árliga FM-tiltakinum har judo, borðtennis og badminton hava samstarvað.

Tá føroyska borðtennislandsliðið hjá monnum luttók í HM í Gøteborg í 1985 mannaði Høgni liðið saman við Peter Niclasen og Vilmund Jacobsen. Føroyingarnir vunnu fyrsta dystin – mótstøðuliðið var Bermuda…

Føroyskur ítróttur, føroyskt badminton og Føroyar hava mist – men missurin hjá konum, børnum og familju er tann svárasti – okkara tankar hava verið hjá tykkum og eru tað enn.

Við hesum fara vit at lýsa frið yvir minnið um Høgna Carlsson, Vilhjorm Gregoriussen og Hans Mortensen.