millum-stjornur.jpg
Føroyingarnir saman við Mihaelu Steff

Millum stjørnur í Rumenia

Í døgunum 25. mars til 2. apríl var føroyska landsliðið á venjingarlegu í Bistrita, Rumenia. Manslandsliðið, ið telur Fróða F. Jensen, Hall Thorsteinsson og Pætur Albinus, luttók, umframt føroyska kvinnulandsliðsleikaran úr Flensborg TSB, Henriettu Nielsen.

Venjingarlegan var liður í fyrireikingunum til HM í París, sum verður spælt 13. - 19. mei. Sigast má, at tey fýra fingu nógv burturúr, tí ikki einans var venjingarmongdin øgilig við seks tímum av venjing um dagin, men eisini vóru venjingarnar á hægsta stigi og tillagaðar evropeiska spælistílin, heldur enn tann asiatiska.

Venjararnir vóru ikki hvørjir sum helst heldur. Eini høvuðsvenjarin í CSM Bistrita, sum felagið eitur, er Mihaela Steff, sum er millum bestu evropeisku spælararnar nakrantíð og hevur verið nr. 3 á heimsstyrkislistanum. Hon er ídag 35 ára gomul og hevur endaliga lagt battið á hyllina.

Tey fýra í ferðalagnum, umframt landsliðsvenjaran, Jan Berner, sum eisini var við, komu heimaftur 2. apríl. Her fara tey nú at luttaka í FM og síðani at leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til HM-kappingina í París.