magnus-km.jpg

Magnus K. Magnusson sannførandi í manskappingini

Um vit hava Henriettu Nielsen hjá kvinnum, so hava íslendingar Magnus K. Magnusson hjá monnum.

Greitt tann sterkasti borðtennisleikarin í kappingini. Í finaluni vann íslendingurin 4-0 ímóti Aqqalu Nielsen úr Grønlandi. Settini endaðu 11-6, 11-8, 11-6 og 11-2.

Bronsu vunnu Ivik Nielsen, Grønland og Fróði Jensen, Føroyar.