197_r_705_0.jpg
Á Gibraltar í 1995 møttust hesir báðir - í dag spældi Carl Prean cricket og vit sluppu at hyggja.

Long time no see

Í dag fingu vit høvi, at vitja Carl Prean, ið er ættaður av Isle of Wight.

Hann vitjaði Ryde School, har hann hevur gingið í skúla - og tað er har borðtenniskappingin er. Jan Berner, landsliðsvenjari okkara, kennur flestu borðtennisfólk í Europa. Hann fekk eitt gott prát við Carl og tað endaði við, at hann bjóðaði okkum at hyggja eftir cricket seinnapartin.

Carl Prean hevur spælt óteljandi landsdystir fyri Stórabretland og luttikið í EM, HM og OL. Tá hann var bestur lá hann nr. 18 í verðini. Tá Prean var ungur innrættaði pápi hansara eini borðtennishøli í verksmiðju hansara har Carl fekk góðar møguleikar at venja borðtennis. Her á Isle of Wight er Prean ein stór stjørna og luttók hann tríggjar ferðir á Oyggjaleikunum fyri Isle of Wight - har hann vann lættliga.

Peter Niclasen møtti Carl Prean á Gibraltar í 1995, men hevði ongan livandi møguleika.

Carl Prean var prátingarsamur og blíður í steðginum í cricket-dystinum og við einum smíli fingu vit onkra mynd av honum og onkrum av okkara.