lidkapping-urslit.jpg
Ragnar Egilsson á Oyggjaleikunum á Isle of Wight.

Liðkappingin - úrslit fyrra umfar

Fyrra umfar í FM-liðkappingini var í Trongisvági 5. november.

Serliga Tór gjørdi vart við seg við at vinna fýra av fimm kappingum. Nykur vann eina kapping.

Fyri vaksin vunnu Fróði Jensen og Pætur Albinus úr Tór. Nykur við Dávi Hansen og Jóhan Tausen vunnu deildina U17, Sveinur M. Nolsøe og Knútur Jóannesarson úr Tór vunnu U14 og í kappingini U12 vunnu Magnus H. Jacobsen og Hákun A. Højgaard, somuleiðis úr Tór.

Tá talan er um kyn, so er kappingin skipað soleiðis, at liðini kunnu vera blandað.

Næsta og seinasta umfar verður spælt í Eysturskúlanum leygardagin tann 26. november. Tá skulu somu lið, sum í fyrra umfarinum, dystast aftur - samanlagdi vinnarin verður føroyameistari fyri lið 2011/2012.