landslidsvenjarisettur.jpg
Peter Niclasen.

Landsliðsvenjari settur

Borðtennissambandið hevur sett Peter Niclasen í landsliðsvenjarasætið. Síðani Jan Berner gavst, í fjør, hevur eingin landsliðsvenjari verið.

Fyrsta uppgávan hjá Peturi hevur verið, at úttaka hóparnar, ið skulu umboða Føroyar til Arctic Open í Nuuk og oyggjaleikirnar á Jersey.

Peter fer at hava høvuðsábyrgdina av landsliðsvenjingini og fer at taka sær av heimligu leikarunum.

Borðtennissambandið heldur, at ein føroysk loysn er besta loysnin - eisini framyvir.