Komandi vikuskiftið 16. til 18. mai verður trýlandakapping í borðtennis í Høllini á Hálsi í Havn. Luttakandi londini eru Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta er annað árið kappingin, ið kallast Arctic Open, verður fyriskipað - í fjør var kappingin í Reykjavík.
Setanin verður fríggjamorgunin kl. 09.30 og byrja verður hinar dagarnar kl. 09.00. Eftir finalurnar sunnudag seinnapart verður heiðursmerkjahandan.
Umleið 30 leikarar leggja fyri fríggjamorgunin við liðkappingunum. Trý kvinnulið og fimm manslið spæla øll ímóti øllum og um kvøldið fara kvinnurnar í gongd við tvímansleikin.
Leygarmorgunin halda kappingarnar fram við blandaðum tvímansleiki og tvímansleikið hjá monnum. Seinnapartin byrja kvinnurnar einstaklingakappingina fram til hálvfinalurnar.
Sunnudagin avgreiða menninir einstaklingakappingina innleiðandi og umleið kl. 15 sunnudagin verða hálvfinalur og finalur í einstaklingakappingini hjá kvinnum og monnum.
Hetta er aðru ferð Arctic Open verður fyriskipað. Í fjør var kappingin í Reykjavík og tá vunnu Føroyar tvey gullheiðursmerki. Henrietta Nielsen vann gull i kvinnukappingini og saman við Halli Thorsteinsson vann Henrietta eisini gull í blandaðum tvímansleiki.
Øll eru vælkomin at hyggja og tað er ókeypis.
So hvørt kappingin nærkast verður endaliga skráin, luttakaralisti og myndir lagdar út á hesa síðuna btsf.fo